Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Kreppur rúma fyri tað mesta vanlagnur og dýrastu neyð! Í so máta er russiska innrásin í frælsa landið, Ukraina, onki undantak!

Men syrgiliga støðan hjá Ukrainum, spenta støðan altjóða, og ávirkanin her heima, kann vera áminningin til okkum føroyingar, um at stíga út í altjóða heimin, sum virkin og vakin partur. Sum ein tjóð, ið tekur felags ábyrgd av at svørja altjóða fólkaræðinum trygdareið.

Vit hava tørv á grundleggjandi kjakinum um støðu okkara í frælsa heiminum.

Við okkara 293000 ferkilometrum á heimskortinum, eru vit ein ríkiliga stór tjóð, til at kunnað vera ein rættur og ábyrgdarfullur viðleikari í frælsa heiminum.

Hesin skjúrtufaldspolitikkurin, har Føroyar hvørki eru, ella ikki eru, ber ikki til longur. Vit kunnu ikki sita sum dyrlar í okkara landi, og vita hvørki aftur ella fram, um hvat hendur við okkara landi, ella uttanum okkum. Tað er ikki ein haldfør støða fyri eitt upplýst fólk.

Tað svarar í besta føri til at føra skip í nógvum mjørka, men við ongum radara.

Vit mugu gera av okkara uttanríkispolittisku kós, bæði tá talan er um ES, NATO, og ST.

Tíðin er komin at bróta upp úr nýggjum uttanríkispolittiskt.

At vit so samstundis fáa okkara viðurskifti við Danmark og Grønland meira framtíðarbúgvin er bara ein natúrlig tilgongd hjá einum fólki, sum ber menning og framburð í brósti.

Altjóða samfelagnum tørvar tjóðir, sum treytaleyst velja fólkaræði sum leist, og lønir teimum hareftir.

Innrásin í Ukraina, eigur at fáa føroyingar at taka støðu til egna leið og lagnu.

Nú er okkara løta at trína út í altjóða dansin!

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo