Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ocean Rainforest: Meira enn hálvthundrað fólk frá tólv ymiskum londum í Evropa og úr USA verða við á fyrsta ráðstevnuni í stóru taraverkætlanini SeaMark, sum Horizon Europe er við til at fíggja. 

Byrjað verður týsdagin á Hotel Hafnia, tá ið landsstýrimaðurin í Umhvørvis-og vinnumálum, Magnus Rasmussen, fer at seta ráðstevnuna. Harumframt verða framløgur frá Horizon Europe umsitingini í Brússel. Framløgur verða eisini frá granskingardeildini hjá orkumálaráðnum í USA, World Wildlife Fund, og frá stóra matvøruframleiðaranum Orkla í Noregi. 

Ráðstevnan heldur fram til hósdagin, og meginpartin av tíðini verða framløgur og arbeiðsfundir millum tær 25 fyritøkurnar og granskingarstovnarnar, sum eru við í samtakinum handan SeaMark verkætlanina. 

Mikudagin verður vitjað á framleiðsluvirkinum hjá Ocean Rainforest í Kaldbak, og á taraaliøkinum á Funningsfirði og á Gøtuvík. 

SeaMark verkætlanin byrjaði í summar og gongur yvir fýra ár. Samtakið hevur sett sær fyri at framleiða tólv nýggjar vørur burturúr sukurtara innan heilivág, kosmetikk, matvøru og fóður. Millum annað verður framleiðsla av matvøru, sum kann brúkast ístaðin fyri kjøt, og fóðurískoyti, sum skal betra um sodning, fóðurfaktor og framleidni í grísaframleiðslu. Harumframt fara royndir ar verða gjørdar við framleiðslu av pakkitilfari burturúr tara, sum kann brúkast ístaðin fyri plastikk. 

SeaMark verkætlanin skal eisini meta um og staðfesta ávirkanina, sum taraaling hevur á vistskipanina, so tað fæst ein neyvari fatan av, hvønn leiklut taraaling kann fáa í burðardyggum ringbúskapi frameftir. 

Føroyska taraalifyritøkan Ocean Rainforest leiðir og samskipar verkætlanina, og ætlanin er at menna framleiðsluførleikan av taraúrdráttum í Føroyum munandi. Føroyski granskingarstovnurin Sjókovin hevur eisini ein týdningarmiklan leiklut í verkætlanini. Sjókovin hevur m.a. ábyrgdina av at fremja tøkni-búskaparligar greiningar av mentu framleiðslugongdunum, umframt virðisketu og samfelagsbúskaparligar greiningar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo