Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tá eg hugsi um Alvalon, so komi eg at hugsa um eina nýggja byrjan.

Í dreyminum hjá Farao kongi høvdu tey sjey feit ár, fyri síðani at hava sjey rak ár. Her á landi høvdu vit nøkur feit ár, har eingin sá reyðu lampurnar, men heldur øktu um ferðina um gullkálvin.

Alt fekk ein bráðan enda. Bankarnir fóru á heysin, landskassin fór av knóranum, og kommunurnar máttu hjálpa teimum, sum vóru í trongastu skónum við kommunala kreppulánsgrunninum. Valstríðið hesi árini vóru merkt av neyð og vesaldómi, tí einast mál av skránni var at fáa skuldina niður. Jú, sanniliga vóru rakárini fleiri enn tey hjá Farao gamla.

Men fyrst í hesi øldini fór at lýsa í fíggjarliga, og nakrar kommunur vóru um at fara niður um loyvda skuldarmarkið. Landið helt nú brádliga, at barnaansingin lá betri hjá kommununum og legði bara økið út, eins og gjørt varð við barnaverndartænastuni og eldraøki.

Í fleiri ára tíggju hevði ynski hjá fólki her í kommununi verið at bygt ein tíðarhóskandi stovn við vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla. Og tí var tað ein sjálvfylgja, nú fíggjarliga rásarúmið var størri, at barnagarðurin fekk fremstu raðfesting.

Undan valinum í 2004 hevði Gutti í Bø við sínum fólki stoypt grundina til barnagarðin, og fyrsta mál á skránni hjá nývalda bygdaráðnum var at bjóða arbeiðið upp á barnagarðin út. Berg Rasmussen, arbeiðstakari, fekk arbeiðið, og 28. August 2006 fluttu 115 børn og 28 starvsfólk inn í snotiliga barnagarðin, ið hevði fingið mergjaða og vakra navnið Alvalon. Jú ein virðiligur bygningur, ið fellur væl inn í lendi, og sum í síni tíð við flagtekju og sólkyknum var framman fyri aðrar bygningar.

Á føðingardegnum er tað hugaligt at síggja, at tað, sum bygt varð, er til gleði og gagn fyri tey, sum dagliga brúka stovnin. Bygningurin sær út sum fyrsta dagin, og tað prógvar, at børnini, starvsfólkini og húsavørðarnir hava tikið bygningin til sín, eru góð við hann og fara væl um.

Um tíggju ár vóni eg at lendið,sum er allur áarbakkin frá Garðsvegi til Mýravegin, dunnugarður hjá Aage, sála, og lendið kring Bonushyl, verður enn meira barnavinarligt við m.a.  runna- og trævøkstri.

Hjartaliga til lukku við føðingardegnum øll somul.

Sune Jacobsen
Borgarstjóri í Sørvágs kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo