Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Soljóðandi fyrispurning/áheitan hevur Alzheimerfelagið sent Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum og Kommunufelagnum:

1. januar 2015 varð eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita. Tá meldaði politiska skipanin út, at økið skuldið eftirmetast eftir tveimum árum. Nú eru skjótt 7 ár liðin, og eftirmetingin er framvegis ikki liðug.

Til ráðstevnuna hjá Alzheimerfelagnum í Norðurlandahúsinum 20. og 21. sep. 2021 var ein pallborðsfundur. Á fundinum nevndi landsstýriskvinnan í almannamálum at eftirmetingin var um at vera liðug, og at hon varð gjørd í samráð við Kommunufelagið.

Alzheimerfelagið umboðar ein stóran part av teimum borgarum, sum hava tørv á tænastum innan eldraøkið um alt landið. Tí høvdu vit í sambandi við eftirmetingina sæð okkum sum ein sjálvsagdan part, sum skuldi hoyrast um støðuna á økinum hjá okkara limum og teirra avvarðandi. Higartil hava vit einki hoyrt fra pørtunum, sum gera eftirmetingina.

Tí vilja vit spyrja tykkum, nær vit kunnu vænta at blíva hoyrd? Vit vilja eisini heita á tykkum um, at vit kunnu blíva hoyrd, áðrenn eftirmetingin endaliga er liðug.

Vinarliga,
Ann-Mari Jensen,
forkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo