Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað er ikki fyrstuferð at amerikanski risin innan handil á netinum ger eitt átæk um okkara leiðir. Fyri einum ári síðani royndi Amazon at fáa fótin fastan í Svøríki, men nakrir sonevndir fótfeilir gjørdu helst, at verulig gongd ongantíð kom á.

Men nú roynir Amazon aftur, og tey seta tvær tjúkkar strikur undir royndirnar við at lova sera skjóta levering av vørunum og dyggar fyrimunir til limirnar í klubbanum, Prime.

Svenski miðilin Dagens Industri skrivar, at Amazon fer at vera ein stórur kappingarneyti til líknandi tænastur, sum longu hava bitið seg fastan í norðurlendska marknaðin, og roknað verður við, at sølan fer at vera fleiri milliardir krónur um ikki so langa tíð.

Boston Consulting Group, sum DI hevur tosað við, væntar, at um fimm ár hevur Amazon millum fimm og 10 prosent av øllum norðurlendska marknaðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo