Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nýggi sendiharrin á amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn, Alan Leventhal, vitjaði á Ráðhúsinum í morgun saman við konuni Sherry Leventhal og embætisfólkum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, vóru vertir. Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, hevði framløgu um Tórshavnar kommunu og um høvuðsstaðin.

Alan Leventhal tók við sum sendiharri 1. juli. Í USA er hann kendur sum stovnari og stjóri í Beacon Properties Corporation, eitt av størstu ognaríløgusamtøkum í USA. Hann er útbúgvin fíggjarfrøðingur og er heiðursdoktari á Boston University, har hann áður sat sum nevndarformaður.

Joe Biden, forseti í USA, innstillaði Leventhal sum sendiharra í januar í ár, og senatið góðkendi hann í mai. Alment tók hann við starvinum undir eini móttøku hjá Margrethu drottning tann 1. juli.

Alan Leventhal hevur sett sær fyri at hava tætt samband við allar partar í ríkisfelagsskapinum, og hetta er fyrsta ferð hansara í Føroyum. Prátað varð um ymisk áleikandi viðurskifti, og ynskið er fáa tættari samstarv við Tórshavnar kommunu, eitt nú innan mentan og útbúgvingarmøguleikar í USA.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo