Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Tað verður ikki ódýrt hjá londum sum Danmark, Niðurlondum og Belgia at senda stríðsflogfør til Ukraina. Tað sigur amerikanski verjuovastin, Mark Milley (myndin). Orðini fullu á einum tíðindafundi í Pentagon fyrr í vikuni, eftir at USA langt um leingi hevur játtað, at F-16 stríðsflogfør, sum eru framleidd í USA, kunnu latast Ukraina. Fleiri lond ætla at gera tað, eitt nú Danmark og Niðurlond.

- Russland hevur yvir 1.000 stríðsflogfør av fjórða og fimta ættarliði. So skalt tú kappast við Russland í luftini, so skalt tú hava líka nógv og líka framkomin flogfør. Fjórða- og fimta ættarlið vísir til, at talan er um munandi meira framkomin stríðsflogfør enn eitt nú F-16 flogførini, sum ætlanin er at senda til Ukraina.

Eitt F-16 flogfar kostar áleið 1,4 milliard krónur, og Danmark eigur 43, harav 30 kunnu brúkast. Tey vórðu keypt í 70unum og 80unum, og skulu nú skiftast út við tey nýggjaru F-35 flogførini.

Mark Milley legði afturat, at hóast USA stuðlar londunum sum lata Ukraina síni F-16 stríðsflogfør, so heldur hann, at tað besta er at lata loftverjurakettir, sum kunnu forða fyri russiskum álopum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo