Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Danmark fer undir konkretar samráðingar við USA um eitt nýtt verjusamstarv, kunnaði danski forsætisráðharrin um á tíðindafundi í dag.

- Fleiri og kompleksar avbjóðingar fara at krevja meira av okkum øllum, sum berjast fyri fólkaræði og frælsi. 

- Tá ið stjórnin velur at taka upp samráðingar við USA, er tað ynski um, at Danmark skal lyfta meira. Við einum styrktum samstarvi við USA fáa vit størri møguleikar her í Europa. 

- Vit fegnast um at USA hevur vent sær til Danmark við uppskoti um bilateralt verjusamstarv. Hvussu hetta fer at síggja út, er ikki klárt enn, men tað kann fara at umfata amerikanskar hermenn, hernaðarligan útbúnað og útgerð á danskari jørð, segði Mette Frederiksen millum annað sambært TV 2.

Les meira her frá tíðindafundinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo