Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Óvæntað rós frá einum kvalifiseraðum persóni fløvar tey flestu.

Sum føroyingur føldi eg hjartað orna, tá skattafrøðingurin Ryan Cooper herfyri skrivaði í háttvirda ‘The Atlantic’, at ‘Føroyar eiga heimsins bestu skattaskipan’.

Cooper er blaðstjóri á ‘The American Prospect’ og altjóða skattagranskari á Washington State School of Law í Seattle og tí ikki hvør sum helst.

Cooper vitjaði Føroyar í fjør fyri at staðfesta tað, ið fleiri starvsfelagar halda um skattaskipanina í hesum lítla landi í Norðurhøvum við 55.000 íbúgvum.

Amerikanar hata eisini skatt
Fólk flest munu gjalda skatt við ringum tannabiti, hóast skattur er prísurin, vit rinda fyri eitt framkomið samfelag.

Men skatttrýst skal valdast. Tað føroyska er nú vorðið ov hart og eigur at verða lætt.

Benjamin Franklin segði: “Her í lívinum sleppa vit ikki undan skatti og deyðanum. Men, legði hann aftrat, “eg hati tankan um at verða skattaður til deyðis!”

USA hevur nógv lægri miðal skattatrýst enn Føroyar og Norðurlond.

Í USA gjalda tey 50% av fólkinum, ið tjena mest, heili 93% av øllum inntøkuskatti til Washington, D.C.

Altso rindar hin helvtin, ið tjenar minst, bert 7% av landskattinum.

Í Føroyum gjalda fólk við miðal og lægri inntøkum nógv tann størsta partin av skattinum til land og (serliga til) kommunur.

USA hevur stak fløkta skattaskipan
Amerikanarar gremja seg ikki so nógv um skattatrýst. Toppskatturin til Washington er 39%. Bara tey allar ríkastu, millióningar, gjalda so høgan marginalskatt.

Men flestu skattgjaldarar hata teirra stak fløktu skattaskipan og risa skattaumsiting.

Skattalógin telur fleiri 1.000 blaðsíður og er eitt satt feitilendi fyri skattaserkøn.

Serliga skattalógir fyri B-inntøkur, partafelagsskattur, eru ein marra í USA.

Privatir skattgjaldarar hava nógvar og Partafeløg upp í 230 frádráttir!

Men 15. apríl hvørt ár stúra flestu amerikanarar fyri at útfylla sjálvuppgávuna til hordurnar av skattafútum í IRS (okkara TAKS). Tey brynja seg í vikur til ‘Tax Day’.

Náði tann, ið kemur undir illgruna fyri undandrátt. Hann sleppur ikki úr tí aftur!

Frumskógurin er so tjúkkur, at útfylling av sjálvuppgávuni til skattavaldið kostar 6,5 miljardir arbeiðstímar árliga.

Henda junglan verður mett at kosta amerikanska búskapinum $ 313 mia árliga.

Føroyar ein sonn oasa
Sammett við USA eru Føroyar ein skattlig oasa fyri løntakarar og eisini fyri vinnuvirki, skrivar Ryan Cooper.

Amerikanski professarin mælir staðiliga amerikanskum politikarum til at ‘copy-pasta’, altso at skriva av føroysku skattaskipanina og seta hana í verk í USA!

Men hann veit, at tað er eitt vónleyst mál at røkka, hóast tekniskt væl gjørligt.

Á Føroya-vitjan síni tosaði Cooper við nógvar føroyingar, virki og stovnar, ið samstarva við TAKS.

Cooper fundaðist við Eyðun Mørkøre, TAKS-stjóra, og hansara starvsfólk.

Amerikanski skattafrøðingurin er bergtikin av, at Føroyar við TAKS hava eina automatiska skattliga samskipan, ið ikki bert fevnir um allar inntøkur, pensjónir og veitingar og samtíðarskatting av teimum, men lagar eisini sosial útgjøld, frádráttir og skiftandi inntøkur og útreiðslur hjá fólki til hvørt annað.

Føroyar hava við TAKS heimsins ‘reinastu og best virkandi’ skattaskipan, ið kopierað hevði bjargað USA úr síni skattafløkju, skrivar Cooper.

Men politisk áhugamál hjá skattafrøðingum og skattlig ‘korruptión’ millum teir og politikarar forða fyri eini upprudding, heldur Ryan Cooper.

Í Føroyum er eingin slík spilla av skattligari spekulatión, mest tí 18% Pf-skatturin er ov lágur til at lokka vinnurekandi og politikarum til slíkt.

Cooper var hugtikin av Føroyum annars, men ráddi vitjandi til at hava regnklæði við.

Altíð hugaligt at frætta góð tíðindi. Gløgt er gestsins, eisini skattkøna, eyga.

Annars áhugavert at nevnt brot úr søguni um TAKS. Tað verður eina aðra ferð.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo