At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Turkaland skal ikki snikkaleyst sleppa at blokera fyri svenskum natolimaskapi, tað sigur John Bolton sum hevur verið bæði ST sendiharri í stjórnini hjá George W. Bush og nationalur trygdarráðgevi í stjórnini hjá Donald Trump. Hann heldur, at tíðin er komin at umhugsa, um Turkaland ikki í veruleikanum eigur at fáa durafjórðingin.

Útsøgnin kemur í svenskum sjónvarpi, nú turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, als ongan hug hevur at sleppa Svøríki uppí Nato verjufelagsskapin.

Hann vísir eisini á, at Turkaland í 2017 keypti framkomnu loftverjuskipanina S-400 frá Russlandi.

- Tá traðkaði Turkaland í veruleikanum úr Nato, tí hetta er ein loftverjuskipan, sum als ikki arbeiðir saman við skipanum hjá øðrum Nato londum, men hon arbeiðir fínt saman við loftverjuskipanum hjá Russlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo