Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Leiðarin í Amnesty International í Ukraina, Oksana Pokalchuk, hevur sagt seg úr starvi í protest.

Orsøkin er nýggja frágreiðingin sum ákærur ukrainskar deildir fyri at bróta altjóða lóg og seta sivil í vanda. tá deildirnar verja seg  í krígnum móti russum.

Í teksti á Facebook skrivar Oksana Pokalchuk, at hon hevur roynt at fingið felagsskapin ikki at almannakunngera rapportina, sum hon er orðað nú, skrivar danska TV 2.

Ístaðin ljóðaði orðingin í rapportini sambært henni sum "stuðul til russisku frágreiðingina" og "eitt reiðskap í russisku propagandaðini", og tað hevur fingið hana at gevast í Amnesty.

- Býrt tú ikki í einum landi hersett av óbodnum gestum, sum bumba tað í sor, skilur tú helst ikki, hvussu tað kennist at fordøma ein her sum verjir, skrivar hon sambært CNN.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo