Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Er nakar avgerandi munur á, hvussu nógva dátu Meta (Facebook/Instagram) savnar inn í mun til TikTok? spyr danski tech-journalisturin Henrik Moltke.

Rapport hjá einum australskum trygdarfirma rapportin er frá 2022 verður ofta brúkt sum dokumentasjón fyri, at TikTok er verri.

Meðan ein onnur rapport frá Citizen Lab kemur til niðurstøðuna at TikTok ”savnar inn sama slag av dátu til tess at spora brúkaraatburð og vísa málrættaðar lýsingar” sum aðrir plattformar.

Somu niðurstøðu kemur ein onnur áhugaverd kanning til frá Georgia Institute of Technology, sum hyggur serliga eftir vandanum viðvíkjandi trygdini hjá londum. 

”TikTok er ein kommercielt motiverað fyritøka, ikki eitt amboð hjá kinesiska statinum,” verður sagt her.

Sambært rapportini, sum var almannakunngjørd í januar, eru brúkarar í vanda ”at brúka eina og hvørja sosiala app, ikki bara TikTok”, og tí hjálpir tað ikki stórvegis ”tilvildarliga at banna einari app.”

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo