Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tú minnist løgini frá 00unum, og tú hoyrir framvegis fleiri av hennara løgum í lurtunum. Tá hitt hennara verða spæld í veitslum, veitst tú, at alt fer at kóka.

Við sínum 157cm er Anastacia ikki millum størstu kvinnur í vavi, men rødd hennara er risastór. Hon hevur eina heilt serliga rødd: Eitt sindur hás, eitt sindur snjøll og óvanliga orkumikil. Tú ert ikki í iva, tá tú hoyrir hana syngja, at her er ein serstakliga gávað songkvinna.

Amerikanska songkvinnan brast á altjóða pallin í ár 2000, tá hon legði heimin fyri sínar føtur við risa hittinum “I´m Outta Love”, sum gjørdi hana til eina veruliga superstjørnu. Komandi árini gav hon út hitt aftaná hitt, og framførdi hon millum annað almenna lagið til HM í fótbólti í 2002 – “Boom” eitur tað. Av øðrum risahittum úr skjáttuni kunnu nevnast “Sick And Tired”, “Paid My Dues”, “One Day In Your Life” og “Why Did You Lie To Me”.

Í 2004 gav hon út útgávuna “Anastacia” og fyrsta staklagið á útgávuni var “Left Outside Alone” sum fór sum meldur kring allan heim, og rakk hægstu tindar á flest øllum hittlistum. Millum annað lá lagið á fremsta plássi í Evropiska Billboard í samfullar 15 vikur.

Stutt um Anastaciu
Anastacia varð fødd í 1968. Pápin var sangari og mamman var sjónleikari á Broadway. Hon byrjaði sína yrkisleið sum dansari, og hon var millum annað við í sjónbandaløgum hjá Salt-N-Peppa. Í 1990unum byrjaði hon at gera um seg sum sangari, og gjørdist hon millum annað kórsangari hjá navnframu Paula Abdul. Fyrstu útgávuna sum sjálvstøðug lat hon frá sær í 2000, og gjørdist hon víðagitin og nógv umbiðin beinanvegin. Samanlagt hevur Anastacia latið frá sær 7 útgávur, umframt hópin av stakløgum.

Anastacia hevur havt avbjóðingar við heilsuni. Tvær ferðir hevur hon havt bróstkrabba og aðrar sjúkur hava eisini darvað. Hon hevur gjørt nógv vælgerandi arbeiði í altjóða stríðnum móti krabba, og hevur fingið fleiri viðurkenningar hesum viðvíkjandi.

Tað eru Eventz.fo sum skipa fyri konsertini. Tað vóru eisini tey, ið skipaðu fyri James Blunt konsertini í fjør, og málið er, at bjóða føroyingum konsertir í heimsflokki. “Fyri okkum er tað ein stórur heiður, at fáa eina so stóra og aktuella heimsstjørnu til Føroya. Hon er nógv umbiðin, og ger framvegis tónleik, og hevur millum annað júst havt ein sang við í filminum American Night”, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í Eventz.fo. Eisini vísir hann á, at nú korona ikki longur avmarkar okkum at savnast, so hava fólk hug og tørv á at koma út til tiltøk. 

Kvøldið verður skipað so, at dyrnar lata upp kl. 21:00 og kl. 22:00 kemur Anastacia á pallin. Aftaná konsertina verður dansur í høllini við barr og góðum tónleiki.

Atgongumerki á ebillett.fo
Atgongumerki kunnu keypast á ebillett.fo fyri kr. 695,- umframt avgreiðslugjald. Tað ræður um at gera skjótt av, tí einans 2300 atgongumerki verða seld á ebillett.fo, og so verða 100 atgongumerki seld við dyrnar fyri kr. 850,-.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo