Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrrverandi Nato aðalskrivarin og danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen vitjar í Taivan í hesum døgum.

Í dag hevur hann hitt taivanska forsetan, Tsai Ing-wen.

- Eg eri her fyri at geva tykkum mín stuðul. Taivan skal sleppa at liva í friði og frælsi, og tit skulu sjálvi gera av tykkara framtíð, segði Anders Fogh Rasmussen við Tsai Ing-wen.

Støðan hevur í nógv ár verið spent ímillum Kina og Taivan, tí Kina metir Taivan sum ein samrunnan part av Kina. Í Taivan hava tey síðani 1949 hildið uppá, at landið er sjálvstøðugt.

Anders Fogh Rasmussen er í dag formaður fyri felagsskapinum Alliance of Democracies Foundation (ADF), sum ikki situr væl um sátt við Kina. Í 2021 fekk hann at vita frá kinesiskum myndugleikum, at hann er óynsktur í Kina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo