Í Bretlandi hevur Charles kongur í dag byrjað eina “formliga tilgongd”, sum skal strika Andrew prins fyri allar titlar, heiðurslønir og royalu støðu.
Andrew prinsur missir tí heitið sum prinsur og noyðist at flyta úr bústaði sínum í Royal Lodge, stendur í fráboðan frá Buckingham Palace, skrivar BBC.
- Andrew prinsur verður nú kendur sum Andrew Mountbatten Windsor, stendur í fráboðanini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



