

Fríggjadagin á Norðoyastevnu kl. 18:00 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við Anker Mortensen.
Fernisering verður fríggjadagin kl. 18.00 og verður tá eisini møguleiki at heilsa uppá listamannin sjálvan.
Umframt lættari ábit, kemur Steintór Rasmussen at framføra eitt sindur av tónleiki og Karstin Olgar (Oggi) Lamhauge flytur fram røðu.
Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 25. juni.
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin á Norðoyastevnu soleiði
- Fríggjadag frá kl. 18:00 til 20:00
- Leygardagin frá 14:00 til 19:00
- Sunnudagin frá 14:00 til 19:00
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo