Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Áðrenn nývaldu fólkatingslimirnir kunnu luttaka í fólkatingsarbeiðnum, skulu tey skriva undir upp á, at tey fara at yvirhalda Grundlógina. Hetta gjørdi Anna Falkenberg í dag við hátíðarhaldi í Felagssalinum, har nývaldu limirnir, tríggir í senn, skrivaðu undir upp á setningin: “Jeg lover herved på ære og samvittighed at holde rigets grundlov”.

Óvanliga nógv skuldu í dag skriva undir Grundlógina. 65 limir av teimum 179, ið sita í Fólkatinginum, eru sostatt nývald, harav 52 ongantíð fyrr hava havt sæti á Fólkatingi. Anna Falkenberg er sum kunnugt ein av teimum.

- Tað var ein stór løta fyri meg at undirskriva Grundlógina í dag - nú er tað veruleiki. Eg eri sera spent at fara í holt við fólkatingsarbeiðið, og eg eri heilt klár. Eg gleði meg at fara til verka, sigur Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.

Foreldrini hjá Annu, Elsa og Benny Falkenberg, og vinkonan, Annika Guttesen, vóru við til hátíðarligu løtuna í Felagssalinum í dag.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo