Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Á stýrisfundi í grunninum, Mentanarhús í Klaksvík, varð 8. september 2022 tikin avgerð um at seta Annfinnur Heinesen í starv sum leiðara fyri nýggja Mentanarhúsið í Klaksvík, Varpið.

Annfinnur er 45 ár - ein klaksvíkingur, sum býr í Havn, ið hevur holla útbúgving. Umframt hægri útbúgving sum stjórnmálafrøðingur, hevur hann leiðsluroyndir, og er góður fyrisitari og formidlari, eins og gott tak á fíggjarstýring og verkætlanarleiðslu.

Eisini hevur Annfinnur hægri listarliga útbúgving sum sjónleikari frá Den Danske Scenekunst-uddannelse, og hevur hann starvast innan mentanarøkið í mong ár, harav 5 ár sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla.

Hann hevur eitt stórt netverk og er samanumtikið mettur at hóska væl til fjølbroyttu uppgávurnar sum leiðari av hesum spennandi húsi, har øll skulu kenna seg væl.

Annfinnur hevur góðan kunnleika til mentanarlívið í breiðari merking og fjølbroyttar royndir á føroyska mentanarpallinum. Eisini hevur hann góð boð uppá, hvussu Varpið kann gerast eitt livandi og fólksligt hús.

Annfinni verður ynskt bestu eydnu í nýggja starvinum sum leiðari í Varpinum. Eftir ætlan tekur hann við starvinum í november 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo