Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ansingargjaldið í Sørvágs kommunu lækkar munandi komandi ár, nú kommunan hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2018 og avgjørt at raðfesta barnafamiljuna og ung.

Ansingargjaldið í Sørvágs kommunu lækkar soleiðis komandi ár, sambært tíðindaskrivi sum kommunan hevur sent til miðlarnar:

Frá kr. 2.300,- til kr. 1.900,- fyri vøggustovupláss     (hálv tíð frá 1.265 til kr. 1045,-)
Frá kr. 1.825,- til kr. 1.600,- fyri barnagarðspláss    (hálv tíð frá 1.004 til kr. 880,-)
Frá kr. 1.100,- til kr. 950,- fyri frítíðarpláss    (hálv tíð frá 605,- til kr. 523,-)

Barnafrádrátturin hækkar við kr. 500,- til íalt kr. 6.000,- fyri hvørt barnið.

Stóra broytingin er, sambært Sørvágs kommunu, avsláttarskipanin. Sum nú er, er systkinaavslátturin eftir yngsta barnið 25%. Frá 1. januar 2018 skal rindast fult gjald fyri yngsta barnið og hálvt gjald fyri tað næstyngsta. Hevur familjan fleiri enn tvey børni í ansingarskipanini, so verður einki rinda fyri hesi. Hetta merkir, at ein familja ongantíð rindar meir enn kr. 2.850,- í ansingargjaldi.

Kommunan hevur eisini samtykt, at tað verður skipað fyri einum tilboði fyri ung frá januar 2018. Dagstovnurin Alvalon fer at standa fyri hesum.

Skattaprosentið verður óbroytt 21,7%. Tá Sørvágs og Vága kommunur fóru at umbyggja heimið á Sýnini, varð skattaprosentið í Sørvági hækkað við 0,7% til tess at fíggja afturgjaldingina av láninum frá landinum. Parturin av láninum hjá Sørvágs kommunu verður liðugt afturgoldin á sumri 2019.

Sørvágs kommuna sigur at enda, at størsti parturin av íløgunum í 2018 fara til tekniska økið. Fólkatalið í kommununi er vaksandi, og grundøki resta í. Høvuðsíløgan fer tí til byggibúning. Peninger er eisini settur av til at fáa heimið á Sýnini og miðstaðarøkið á Stakka liðugt. Kommunan fer framhaldandi at dagføra spillivatnsskipanina. Eisini er peningur settur av til nýggjar ljósmastrar við vøllin á Dungasandi og eina ventilatiónsskipan í svimjihøllini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo