Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Á hvørjum ári spælir Føroya Symfoniorkestur konsertir fyri áleið 4.000 børnum úr øllum landinum.

Á skránni í ár er nýskriva føroysk tónleikasøga um Apolloniu.

Søgan snýr seg um Apolloniu, sum seymar búnar í einum leikhúsi. Hon elskar sjónleik, og síðani hon var smágenta hevur hon droymt um at spæla við í einum leiki, men hon hevur ongantíð roynt tað. Ein morgun, tá hon situr í seymistovu síni í leikhúsinum, verður hon knappliga drigin við á eina gandakenda ferð, har hon hittir nakrar av kendastu persónunum úr leikunum hjá William Shakespeare.

Súsanna Tórgarð hevur umskrivað søguna til eina tónleikasøgu og lagt til rættis saman við Magnusi Johannesen, sum hevur komponerað tónleikin. Súsanna fer eisini at lesa søguna fyri børnunum.

Edward Fuglø, sum áður hevur fingið Norðurlendsku barnabókavirðislønina, hevur skrivað og myndprýtt barnabókina “Apollonia”. Myndafrásøgn við myndum úr bókini verður víst á stórskýggja saman við søgu og tónleiki.  

Umframt skúla- og barnagarðskonsertirnar spælir Føroya Symfoniorkestur eisini almenna konsert.

Súsanna Tórgarð
er útbúgvin sjónleikari frá Nordisk Teaterskole í Aarhus. Eisini hevur hon prógv sum lærari í ræddarteknikki frá Voice Studio International í London. 

Súsanna hevur fingist við flest allar genrur innan leiklistina. Hon hevur verið sjónleikari, leikstjóri og leikritahøvundur, og hevur m.a. skrivað barnaleikirnar “Kraddarin”, “Grumma Grimhild” og “Gátuføra Gívurin”.

Magnus Johannessen
hevur lisið tónleik á FÌH í Reykjavík, og hevur síðan lisið kompositión á Berklee í USA.

Han hevur m.a. skrivað tónleik til symfoniorkestur, big band, harmoniorkestur, strúkikvartet, saxofonkvartet og aðrar minni bólkar.

Magnus ferðast smidliga í øllum tónleikagreinum, og hevur eisini skrivað tónleik til pall-list, film og sjónvarpssendingar. 

Stað: Norðurandahúsið
Tíð: Sunnudagin 3. apríl kl. 15.00
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Upplestur: Súsanna Tórgarð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo