Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Heilsumálaráðið: Nýtt apotek letur upp í Vágum á várið 2025.

Fólkatalið í Vágum er vaksið seinastu árini, umframt at talið av ferðafólkum um Vága Floghavn alsamt veksur.

Eitt nýtt apotek í Vágum fer væntandi eisini at gera, at trýstið gerst minni á apotekini í miðstaðarøkinum, og at bíðitíðin har tískil styttist.

Á apotekinum verður møguligt at fáa forskriftarheilivág, hondkeypsheilivág og apotekaravørur umframt aðrar vørur, sum apotekini selja. Apotekið í Vágum verður fimta apotekið í Apoteksverkinum. Hini apotekini eru Norðoya apotek, Eysturoyar apotek, Tjaldurs apotek og Suðuroyar apotek.

Í vár skipaðu Apoteksverkið og Landsverk fyri einum útboði, har lýst var eftir leigumáli til apotek í Vágum.

Avtala er nú gjørd um eitt leigumál í Miðvági.

Arbeiðið at umvæla og innrætta bygningin til endamálið verður eftir ætlan liðugt 1. januar 2025.

- Eg eri sera fegin um, at vágafólk skjótt kunnu fáa apotekstænastur í nærumhvørvinum. Og vóni, at hetta eisini er við til at betra um tænastuna í miðstaðarøkinum sum heild, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Næsta stig í handilsætlanini hjá Apoteksverkinum er at fáa eitt apotek afturat í miðstaðarøkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo