Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ár eftir ár í hjartanum tú býrt

Ár eftir ár sakni eg teg enn

Av og á síggi eg okkurt

ið minnir um teg, sum tú vart

Hvussu hevði tú sæð út í dag?

Nú ert tú vorðin ommubeiggi

okkara lítlu perlu hon lærir teg

at kenna gjøgnum meg

Merkiligur tanki tá ið eg bara

havi hugsa um teg sum mammubeigga

einkardóttir mína

Tað sigur nakað um hvussu nógv ár

eru gingin - og tó ert tú altíð her

Øll ið hava mist vita, at minnini

hvørva ikki tá ið tað sker

Øll okkara kæru vit í minninum goyma

Og víðari læra vit okkara kæru um

tað sum var

Annaelisabeth Hansdóttir                         

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo