Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroya Politi: Ein 43 ára gamal maður bleiv í gjár Í Føroya Rætti dømdur treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað umleið 15 kg. av hashi til Føroya við tí í hyggju at selja víðari.

Maðurin kom til Føroya við Norrønu 10. oktober í ár. Í bilinum, sum maðurin hevði við, fann politiið omanfyri 15 kg. av hashi. Hashið var goymt í einum loyniligum rúmi undir viðførisrúminum. Bilurin var serliga bygdur til smuglingina, m.a. soleiðis at lúkan til loyniliga rúmið kundi latast upp frá førarasetrinum.

Ákæruvaldið kravdi at bilurin, sum var nýttur til smuglingina, bleiv inndrigin. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Nøgdin av hashi, sum maðurin hevði við til Føroya, er tann størsta, sum politiið hevur tikið í einari atsókn tey seinastu nógvu árini, og hevur eitt søluvirði á gøtuni millum 3.750.000 kr. og 4.500.000kr. Politiið kannar enn málið og í løtuni eru fleiri onnur, sum eru skuldsett í málinum.

Maðurin tók við dóminum.

Føroya Politi hevur higartil í ár lagt hald á omanfyri 40 kg. av hashi, sum er tann størsta samlaða nøgdin, sum politiið hevur tikið uppá eitt ár, samanborið við undanfarin ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo