

Svar upp á skrivligan fyrispurning frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, eftir § 52 a í Tingskipanini, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Fyrispurningurin er um útbúgvingar á rúsevnaøkinum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Arbeiðir Uttanríkis- og mentamálaráðið við at skipa útbúgvingartilboð á rúsevnaøkinum?
2. Um ja, hvørji?
3. Er nakað samstarv við Heilsumálaráðið og/ella viðgerðarstovnarnar um at skipa útbúgvingartilboð til starvsfólk á rúsevnaøkinum?
Svar
Til 1: Uttanríkis- og mentamálaráðið arbeiðir ikki við at skipa ítøkilig útbúgvingartilboð á rúsevnaøkinum. Arbeitt verður tó við fyriskipanum og tilfari um rúsevni, sum er partur av undirvísingini í lívfrøði og í evninum heilsukunnleiki, har m.a. verður viðgjørt, hvussu ymisk rúsevni ávirka mannakroppin.
Ráðið luttekur eisini í SSP-samstarvinum fyri børn og ung, har áherðsla verður løgd á fyribyrging og trivnað. Í evninum, “Tað góða lívið”, er eitt av virkisøkunum, eitt virkið og rúsfrítt ungdómslív.
Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur eisini umboð í arbeiðsbólkinum, ið løgmaður hevur sett at gera uppskot um heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum. Hetta arbeiði fer uttan iva at varpa ljós á útbúgving innan økið.
Til 2: Sum víst á, so verður evnið viðgjørt í undirvísingarhøpi og samstarvsforum, men ítøkilig undirvísingartilboð eru ikki fyrireikað.
Til 3: Samstarv millum Uttanríkis- og mentamálaráðið og Heilsumálaráðið um útbúgvingartilboð til starvsfólk á rúsevnaøkinum er ikki skipað, men Heilsumálaráðið er eisini umboðað í arbeiðsbólkinum, sum ger uppskot um heildarætlan at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum.
Jenis av Rana
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo