Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nes kommuna: Arbeiðið uppá at gera vegin til níggju grundøki á Ólavsvegi var liðugt í vár, og í dag varð avhendingarskjalið undirskrivað av Rúna Petersen frá JHR og Súna í Hjøllum, borgarstjóra.

Nes kommuna avgjørdi í fjørvár at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá JHR v/Høgna og Rúna Petersen. Tilboðið var á 1,9 mió. kr. Nes kommuna hevur sjálv staðið fyri at leggja ávísar leiðingar. Nú arbeiðið varð avhendað í dag, var samstundis staðfest, at arbeiðið hevur gingið væl og at tilboðskostnaðurin hevur hildið.

Teknistovan í Gøtu v/Henning Olsen og Jens Kl. Jacobsen hevur havt  teknisku vegleiðingina og eftirlitið við arbeiðnum fyri Nes kommunu.

Vegna Nes kommunu takkaði borgarstjórin JHR og Teknistovuni fyri vælaverk og gott samstarv. Hann fegnaðist annars um góða útsýni á Ólavsvegi og ivast ikki í, at áhugi fer at vera fyri grundøkjunum, sum koma á sølulistan hósdagin 2. juni, tá ið Nes kommuna fer at royna nýggja leistin fyri sølu av grundøkjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo