Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu.

Spurningurin var soljóðandi:
1. Nær verður verklagslógin fyri læknahúsini (Gula húsið) løgd fyri Løgtingið?
2. Hvørjar forðingar eru fyri, at lógin kann leggjast fyri Løgtingið? 
3. Nær kann væntast, at arbeiðið at dagføra læknahúsini byrjar? 
4. Nær verður starvsfólkabygningurin dagførdur? 

Svar:

Til spurning 1
Eftir ætlan verður verklagslógin løgd fyri Løgtingið fyrst í komandi ári.

Til spurning 2
Mett verður ikki, at tað eru forðingar fyri, at lógaruppskotið kann verða lagt fyri tingið.

Til spurning 3
Í byrjanini í 2022 væntast arbeiðið at verða boðið út. Tá ið verklagslógin er samtykt, kann arbeiðið fara í gongd. Játtan er tøk til endamálið.

Til spurning 4
Arbeiðið við starvsfólkabygninginum er ikki komið so langt ávegis enn. Her er fyrsta stigið at viðgera hugskot til m.a. innrætting. 

Heilsumálaráðið, 17. desember 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo