Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-014/2022 frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, settur Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Sandoyartunnilin og ferðaætlan hjá Bygdaleiðum í Sandoynna.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongst við arbeiðinum at gera Sandoyartunnilin lidnan, og nær letur hann upp fyri almennari ferðslu?

2. Hvør verður kostnaðurin fyri at koyra gjøgnum tunnilin við ávikavist persónbili, vøruvogni, lastbili og bussi?

3. Hvussu verða Bygdaleiðir skipaðar millum Havnina og bygdirnar í Sandoynni/Skúvoy?

4. Hvør verður kostnaðurin at koyra við Bygdaleiðum millum Havnina og bygdirnar í Sandoynni/Skúvoy?

5. Hvussu verður farleiðin út í Hest skipað, eftir at Teistin gevst at sigla í Sandoynna?

6. Hevur landsstýrið ætlanir at skipa suðuroyarleiðina um Sandoynna, meðan Suðuroyartunnilin verður gjørdur?

Svar til spurning 1
Arbeiðið við Sandoyatunlinum gongur sum ætlað. Sáttmálin við arbeiðstakaran sigur, at arbeiðið at gera tunnilin skal verða liðugt 2. desembur 2023.

Tað, sum er eftir at gera, er í høvuðsheitum at vatntryggja tunnilin, at stoypa tveir pumpubrunnar, nøkur tøknihús og portalin í Traðardali. At gera vegin uttanfyri tunnilin, el-arbeiði, seta pumpur upp, og at enda at leggja seinasta laðið av asfalti á vegabreytina og at merkja upp.

Svar til spurning 2
Nevndin í P/F Eystur- og Sandoyartunlar hevur ikki viðgjørt spurningin um, hvat tað skal kosta at koyra gjøgnum Sandoyartunnilin. Ætlandi verður spurningurin tikin upp í heyst ella í vetur.

Svar til spurning 3
Strandferðslan fyrireikar ferðasambandið hjá Bygdaleiðum til og úr Sandoynni/Skúvoy, sum verður umvegis undirsjóvartunnilin.

Umframt at umskipa koyringina, soleiðis at nýggja ferðasambandið gjøgnum tunnilin verður gagnnýtt, er ætlanin at knýta busssambandið til og úr Sandoynni tættari at øðrum leiðum, sum eru knýttar at restini av landinum, umvegis høvuðsstaðarøkið. Tænastan og framkomuleikin verður enn betri. Eitt endaligt uppskot til ferðaætlan fyriliggur 1. februar 2023.

Svar til spurning 4
Tað er ikki ásettur nakar endaligur kostnaður fyri dagførda busssambandið, ið fer at vera millum Sandoynna og meginøkið.

Svar til spurning 5
Landsstýrismaðurin vil virka fyri, at tá ið Sandoyartunnilin letur upp fyri ferðslu, so er ein hóskandi loysn funnin á Hestleiðini.

Teistin er í størra lagi og sera dýrur í rakstri í mun til møguligt ferðafólkatal millum Gomlurætt og Hest, tá ið siglingin til Sandoynna steðgar. Strandferðslan hevur víst á, at tørvur er á einum minni skipi á leiðini.

Strandferðslan hevur samskift við fólk við tilknýti til Hestoynna, um at koma við einum tilmæli um, hvussu ferðasambandið kann skipast í framtíðini. Eitt uppskot er komið, og verður hetta tikið við í víðari tilgongdini at fyrireika framtíðar ferðasamband út í oynna.

Strandferðslan bíðar eisini eftir einum áliti frá Tórshavnar kommunu um ætlanirnar hjá kommununi viðvíkjandi leiðini út í Hest.

Samanumtikið verður Ferðaætlanin millum Gomlurætt – Hest løgd eftir tí tørvi sum verður á leiðini, í samskifti við fastbúgvandi í Hesti, og helst í samstarvi við Tórshavnar kommunu, sum hevur ábyrdina av havnaviðurskiftunum í Hesti.

Svar til spurning 6
Spurningurin um at skipa Suðuroyarleiðina um Sandoynna er áhugaverdur. Arbeitt verður tó bert við málinum um at betra ferjusambandið millum Tórshavn og Suðuroy, meðan Suðuroyartunnilin verður fyrireikaður og gjørdur.

Tinganes, 2. septembur 2022
Uni Rasmussen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo