Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Í desember var arbeiðsloysið 1,3%, ið svarar til 400 fulltíðararbeiðsleys.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum.  

Arbeiðsloysið var 1,3% í desember, ið svarar til 400 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,9% sama mánaða árið fyri. Tilsamans eru 476 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Trendurin vísir, at stillstøða er í arbeiðsloysinum, ið merkir at tað hvørki hækkar ella lækkar.

Í desember var arbeiðsloysið 1,3% hjá monnum og 1,4% hjá kvinnum. Sama mánaða í 2019 var tað 0,9% hjá monnum og 1,0% hjá kvinnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo