Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Arbeiðsmarknaðurin hevur stóran tørv á arbeiðasmegi og arbeiðsloysi er met lágt, fara vit at keypa brennievni á bilin, tosa vit mangan annað mál enn føroykst, og vit síggja tað eisini í øðrum vinnugreinum, fleiri av hesum eru komin gjørnum fast truck skipanina, tað er sera gott, vit høvdu verið illa stødd uttan hesi.

Tað er at gleðast um, at tað er arbeiði til allar hendur, á tann hátt eru vit betur fyri enn flest allar tjóðir vit vanliga samanbera okkum við.

Men hóast hettar er tað ein bólkur av borgarum sum ikki er á arbeiðsmarknaðinum, men sum í mongum førum kundi farið til arbeiðis í morgin, um tað stó upp til tey, nógv høvdu klárað ein fullan arbeiðsdag, onnur parttíð, tað eru tey sum hava tørv á tillagaðum starvi.

Tað vælveru, nøgdsemi, sjálvsálit og innihald tað gevur at hava eitt starv,  og tað sjálvfylgju vit taka tað fyri, er ikki galdandi fyri øll í samfelagnum.

Virki og stovnar sum hava eitt rúmligt arbeiðspláss hava rós uppiborðið, vit eiga at heita á enn fleiri virki at hava pláss fyri fólki sum hava tørv á tillagaðum starvi.

Skipanin innan Almanaverkið er stirvin, at gera smidligar loysnir innan økið, er nakað vit fara at virka fyri.

Jann Johannesen
Valevni hjá Miðflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo