Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Almannamálaráðið: Í dag eru arbeiðstøkusáttmálarnir at byggja nýggja Sambýlið í Reynstúni á Argjum til fólk við menningartarni og fjølbreki undirskrivaðir.

Arbeiðstøkusáttmálar eru undirskrivaðir við P/F Articon (jørð, kloakk og bygning), P/F Maria Poulsen (HVS og ventilatión) og Sp/f El.fo (el og ABA).

Talan er um eitt heim til 18 búfólk, sum hava tørv á røkt og stuðul alt samdøgrið. Umframt búeindirnar eru felagsøki og starvsfólkaøki. Heimið fer at liggja beint omanfyri rundkoyringina við Glyvursvegin á Argjum.

Tað er Teknistovan MAP arkitektar, ið hevur prosjekterað verkætlanina. Arbeiðið byrjar í næstum og skal verða liðugt síðst í 2023.

Á myndini eru:
Hans Tausen, verkætlanarleiðari, P/F Maria Poulsen
Kjartan á Dul, stjóri, P/F Maria Poulsen
Sunvard Andreasen, framleiðsluleiðari, P/F Articon
Jón Sigurdson, stjóri, P/F Articon
Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Sigurd L. Lamhauge, stjóri, Landverk
Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari, Landsverk
Heini E. Egholm, verkætlarleiðari, Landsverk
Arne Debes Madsen, tekniskur stjóri, El.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo