Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Flest  øll hava tørv á at nýta kirkjuna onkuntíð á lívsleiðini, summi hava tørv á at ganga í kirkju av og á, nøkur fá hava fyri neyðini at fara í kirkju so at siga hvørja ferð kirkjugangur er.

Øll hava somu rættindir at verða her og langt tey flestu hava eina trúgv, summi hava tað privat og dyrka tað heima, summi fara út í nátúruna og fáa innput har og so eru tað tey, sum ganga í kirkju, har ein prestur roynir at vekja tey.

Kirkjan er nakað serligt her í Føroyum, hví veit eg ikki rættiliga, men soleiðis er tað, eisini nú vit skjótt skriva 2022. Tann nýmótans kirkja, sum ætlanin er at byggja við Sandá, er ein betong og glass kassi við einum skortsteinslíknandi torni, sum fullkomuliga fer at broyta nattúruna í økinum í allar ævir.

Kongurin í Tórshavnar Komunu broytur neyvan støðu, so eg vil heita á Daisy, biskup, próst, prestar og kirkjuráðið á Argjum. Vælsignaði finnið eitt annað stað til kirkjuna.

 Gleðilig Jól og eitt gott natúrfriðingar ár

Steen Juul Pedersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo