Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: Í desember í fjør tillagaði bankin sítt virksemi til tess at tryggja eina betri javnvág millum inntøkur og útreiðslur, og við ársbyrjan varð nettoúrslitið fyri 2020 mett at fara at verða 100-150 mió. kr. Av tí at útreiðslurnar tó eru minkaðar og inntøkurnar hækkaðar meira enn upprunaliga væntað, hevur bankin í dag boðað keypskálanum frá, at útlitini fyri árið eru batnað.

Hetta er fjórða ferð í ár, at BankNordik boðar frá broyttum fíggjarligum vánum fyri árið. Støðan viðvíkjandi COVID-19 broytti fortreytirnar hjá samtakinum munandi, og í apríl fingu útlitini fyri størri tapi bankan at boða frá væntanum um eitt lakari úrslit. Farsóttin hevur tó ikki ávirkað fíggjarligu gongdina so nógv sum væntað, og í tí sambandi boðaði bankin bæði 24. juni og 16. juli frá batnaðum útlitum fyri 2020.

Góða gongdin á fíggjarmarknaðunum seinastu tíðina hevur ávirkað virðisbrævaognina hjá bankanum, sum nú er á sama stigi sum væntað við ársbyrjan. Bankin hevur harumframt staðfest færri tap enn líkt var til fyrr í ár. Av tí at tað framvegis er óvist, hvørjar fíggjarligar avleiðingar COVID-19 fer at hava, varðveitir BankNordik kortini tær 35 mió. kr., ið eru settar av til møgulig tap í kjalarvørrinum á farsóttini.

Samstundis sum bankin í dag boðar frá batnaðum útlitum fyri 2020, verða fíggjarligu málini endurskoðað. Málið um renting av eginognini verður broytt úr 6-8% upp í 8%, og útreiðsluprosentið (cost/income ratio) verður tillagað frá 67% til 65%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo