Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mynd: Visit Faroe Islands

Mynd: Visit Faroe Islands

Mynd: Visit Faroe Islands

Visit Faroe Islands: Árliga Visit Faroe Islands tiltakið byrjaði í morgun, fríggjadagin 29 apríl. Hetta er 16. árið á rað, at ferðavinnan í Føroyum bjóðar útlendskum ferðasmiðum til Føroyar, so tey sjálvi kunnu uppliva Føroyar sum ferðamál.

Eins og í fjør luttaka fleiri enn 50 umboð úr 17 ymiskum londum kring heimin, sum t.d. úr hinum Norðanlondunum, Belgia, Týskland, Italia, Frakland og USA. Eins og undanfarin ár er stórur áhugi hjá føroyskum fyritøkum at taka lut. 40 føroyskar ferðavinnufyritøkur eru við, fleiri av teimum eru nýggjar fyritøkur og við fyri fyrstu ferð, t.d. Boat.fo, Tórshavn Sea Adventure, Adventure, Remót Travel, Heima í Stovu og Enjoy og Rent a bike.

Visit Faroe Islands tiltakið er liður í arbeiðinum at víðka um talið av útlendskum ferðasmiðum, sum selja Føroyar. Allar royndir vísa, at besti háttur at gera hetta, er, at bjóða sølufólkum og ferðasmiðum til Føroyar, so tey sjálvi kunnu uppliva tað, sum Føroyar hevur at bjóða okkara gestum.

Vit eru serstakliga glað fyri stóra áhugan og undirtøkuna í ár bæði frá útlendskum og føroyskum fyritøkum, mest tí at hetta er fyrstu ferð vit øll hittast eftir koronu.

Runavík er karmur um verkstovuna, sum byrjaði kl. 9.00 í morgun í Løkshøll, har útlendsku keypararnir hava høvi at hitta umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum og hoyra um teir mongu møguleikarnar, ið eru í Føroyum sum ferðavinnumál. Í kvøld er døgurði í Silo, har tey sleppa at uppliva føroyska mat- og tónleikamentan. Leygardagin er útferð á skránni og gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.

Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipa fyri tiltakinum, sum ein samlað ferðavinna stendur aftanfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo