Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

mynd VP

mynd VP

Pendlaraplássið, sum verður gjørt við Vágatunnilin, er umleið 1.000 fermetrar til støddar, og har verða pláss til 10 bilar, eins og busssteðgistað til 2 bussar, leið 100 og 300.

Tað svarar Landsverk uppá fyrispurning frá VP um hvussu gongur við at gera P-plássið við Vágatunnilin, streymoyarmegin.

Talan er fyrst og fremst um eitt pendlararpláss til fólk úr Leynum, Kvívík og Vestmanna, har tey kunnu seta bilin og koyra víðari við bussi ella saman við øðrum.  

Ístaðin fyri at nýta asfalt, er valt at nýta sonevnt ‘armerað gras’ til hesa verkætlan. Á økið, har bussarnir skulu koyra, eru lagdir steinar í armeringina, meðan har bilarnir skulu parkera, verður mold løgd og gras sátt.

Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina verður umleið 900.000 krónur fyri at planera økið, leggja belegning og gera kantsteinar, upplýsir Landsverk fyri VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo