Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Frits Johannesen skrivar: Mikudagin, tann 22. febr. kl 15:00 letur ein  málningaframsýning upp í Ribarhúsi hjá Arnold Vegghamar.

Hetta verður ein litríkur innsúður við 15 málningumm sum koma at tosa sítt stumma mál her undir hesum bitum til týsdagin 14. mars.

Norðoyggjar hava millum ár og dag fostrað mong góð listafólk, sum hava latið hesa natúr, ja, nógva staðni hetta  fjøllbroytta, skarðlendi í ein litríkan búna, sum hevur sett seg í eygnakrókarnar á fólki. 

Hetta sæla lív livir innast inni við í okkara sálarkrókum dag og nátt og siga  hesa vøkru søgu um livandi penslabørn t. d. undan hond Arnold Vegghamars, sum dansa bæði vals, langdrigið tangostev, ”reyðlendara” og sælan rokk undir grønum, bláum og okkurgulum einglaveingjum, sum hava sítt upphav t. d. á Viðareiði.

Ja, Arnold er ein klófastur bygdalistamaður, sum við sínum  kynstri hevur sett dám á sund og fjørð, fjøll, fjøruklett og fjallatind við ljóslivandi litkornum, sum taka um hús, skjøldrar, gluggar, tekjur og lesa sítt faðirvár í dur og mol til stóra gleði fyri land og fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo