Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Bæði Arsenal og Tottenham vunnu sínar dystir í ensku Premier League í kvøld.

Arsenal vann 4-1 ímóti Fulham á heimavølli, meðan Tottenham vann 3-0 ímóti Cardiff City á útivølli.

Harvið leggja bæði liðini úr Norður London trýst á liðini, sum liggja frammanfyri tey á stigatalvuni.

Arsenal leggur trýst á Chelsea á 4. plássinum, meðan Spurs leggur trýst á Liverpool á 1. plássinum.

Støðan í toppinum í ensku Premier League er hendan:

1. Liverpool 54 stig fyri 20 dystir
2. Tottenham 48 stig fyri 21 dystir
3. Man City 47 stig fyri 20 dystir
4. Chelsea 43 stig fyri 20 dystir
5. Arsenal 41 stig fyri 21 dystir
5 Man Utd 35 stig fyri 20 dystir

Í annaðkvøld spælir Manchester United á útivølli ímóti Newcastle United, meðan oddadystur verður á skránni hóskvøldið, tá Manchester City tekur ímóti Liverpool á heimavølli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo