Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Ársfrágreiðingin frá Landsbankanum er nú tøk og umrøður millum annað landskassans gjaldføri og skuld, landsbankans virksemi, umframt fíggjarviðurskifti landsbankans í 2022.

Landsbankin er nú á fíggjarlógini, sum ein vanligur stovnur. Samlaða inntøkujáttanin var í 2022 1,6 mió. kr. meðan samlaða útreiðslujáttanin var 9,7 mió. kr., tvs. ein netto játtan á 8,1 mió. kr.

Samlaðu útreiðslurnar hjá Landsbankanum vóru 9,2 mió. kr. í 2022 samanborið við 10,1 mió. kr. í 2021. Av teimum 9,2 mió. kr. vóru 7,1 mió. lønir (6,9 mió. kr. í 2021) og 2,1 mió. kr. keypa av vørum og tænastum (3,2 mió. kr. í 2021). Keyp av vørum og tænastum er í stóran mun útreiðslur til KT, virðisbrævabókhald og aðra sakkøna hjálp. Í 2021 var eisini ein stór útreiðsla í sambandi við greining av Betri samtakinum gjørd av Deloitte, og hon var ikki í 2022, tí eru útreiðslurnar tað lægri í 2022 samanborið við 2021.

Á inntøkusíðuni er játtanin 1,6 mió. kr., men inntøkan gjørdist 1,8 mió. kr. Landsbankin fær inntøkur av at umsita Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og av at umsita ogn hjá almennum grunnum.

Les ársfrásøgninga frá landsbankanum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo