Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fyrst í 1980’unum kom eg at kenna Ásbjørn Jacobsen í Leirvík – hann fyllir 70 ár í dag. Eg kom at kenna hendan stillføra og miðvísa mannin á nógvum skótalegum. Sum skótaráðgevi stóð Ásbjørn á odda fyri at menna skótarørsluna kring landið, og hetta var av sonnum ein spennandi tíð at vera skóti. Størsta skótaupplivingin hjá mær var á tiltiknu, fleirtjóða Brekkuleguni í Leirík í 1983. Hendan legan stendur sum ein varði í føroysku skótasøguni. Ásbjørn var ein av fyriskiparunum.

Miðskeiðis í 1980’unum fekk Ásbjørn starv hjá Heimamissiónini, sum tá var undir danskari leiðslu, tó við føroyskari ávirkan og staðbundnari nevnd. Ásbjørn kom upp í arbeiðið at skipa summarlegur, skeið, fyrilestrar og menti arbeiðið kring landið, men altíð við kjølfesti í staðbundu eldsálunum. Hann sá beinan vegin, at tørvur var at yvirtaka bæði leiðsluna og fíggjarligu ábyrgdina í Heimamissiónini, um arbeiðið skuldi standa sum sjálvstøðugt á føroyskum hondum. Um somu tíð varð fyrireikað at byggja Leguhúsið í Nesvík, har Ásbjørn eisini var undangongumaður.

So gingu 1980’ini, og ein dag í 1988 ringdi hann til mín og beyð mær starv hjá Heimamissiónini. Starvsøkið skuldi vera at ferðast kring landið og kunna um byggingina av Leguhúsinum í Nesvík. Hetta var alt ein liður í miðvísa arbeiðinum at menna ognarkensluna til okkara felagsarbeiði í Heimamissiónini. Hendan tíðin í 1988 og 1989 var av sonnu lærurík fyri meg – og ikki at gloyma stuttlig og mennandi.

Ásbjørn bleiv aðalskrivari í Heimamissiónini, og longu 1. januar 1990 var arbeiðið at yvirtaka leiðsluna og fullu ábyrgdina fyri Hini Kirkjuliguheimamissiónini komið á mál. Hetta bleiv gjørt í sátt og semju við Donsku Indremissión, sum hevði havt evstu ábyrgdina av HM í Føroyum síðani formligu stovningina í 1904. Samstarvið við Indre Mission hevur verið gott øll árini, og so seint sum nú í novembur 2022 høvdu vit á Stórmøtunum á Skála vitjan av tveimum stavsfólkum frá júst Indre Mission. Ein styrki hjá Ásbirni er at brúka sítt netverk, seta røttu fólkini saman og varðveita tey góðu sambondini og viðurskiftini millum brøður og systrar.

Ein partur av arbeiðinum hjá Ásbjørn var at stjóra blaðnum Trúboðin, sum tá mentist til eina veruliga avís við títtari útgávum enn áður, blaðið bleiv størri og fekk bæði redaktión og fleiri starvsfólk. Eisini tók hann stig at geva út Barnablaðið Spírin, sum eftir stuttari tíð fekk eini 1.100 haldarar. Frá 1989 fekk eg ábyrgdina av Spíranum og fekk ta gleði at standa fyri blaðnum í eini 11 ár, áðrenn onnur tóku yvir. Seinni bleiv torført at geva bløð út, Spírin er nú ikki til sum blað, og Trúboðin hevur verið á netinum í fleiri ár nú.

Ein partur av frítíðini hjá Ásbjørn hevur verið at skipa fyri ferðum til Ísraels, har hann eisini hevur verið ferðaleiðari fyri minniligum ferðum, bæði í álvara og gaman. Nógv eru enn sum minnast tær góðu ferðirnar, ið hann, saman við øðrum, skipaði fyri.

Sjómansheimið Ørkin er eisini eitt hjartabarn hjá Ásbjørn, og hann tók stór stig at fáa heimið liðugt og vígt í 1991. Aðrar eldsálir høvdu staðið fyri arbeiðinum í nógv ár áðrenn Ásbjørn bleiv aðalskrivari í Heimamissiónini, men hansara partur lá ikki eftir, tá ið arbeiðið at fáa sjómansheimið liðugt og tikið í nýtslu. Hann skipaði eisini fyri “arbeiðslegu” ta seinastu tíðina undan vígsluni, og var eg so heppin at vera patur av hesum hópinum, sum fór til Reykjavíkar í mai hetta árið. Av sonnum hugnaligir og stuttligir dagar á sumri 1991, tá ið Sjómansheimið Ørkin endiliga bleiv tikið alment í nýtslu.

Eftir drúgva tíð í Heimamissiónini fekk Ásbjørn starv sum aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya. Eisini her mentist arbeiðið í stórum, og undir kønari leiðslu fekk arbeiðið eitt nýtt flog kring landið. Ásbjørn hevur natúrtalent at skipa og samskipa og seta dugnalig fólk afturat sær, har hesi fáa stórt frælsi og stóra ábyrd at skipa arbeiðið. Blái Krossur Føroya var eitt av teimum fyrstu feløgunum at fáa sær eina væl virkandi heimasíðu longu í 1990’unum, hóast internetið tá ikki var ment so nógv, sum vit kenna tað í dag, men Ásbjørn sá møguleikarnar í hesum skjóta miðli og dugdi at brúka hendan pallin beinan vegin. Blái Krossur Føroya er í dag ein hátt virdur, professionellur felagsskapur, har vit síggja úrslitið av tí menning, sum veruliga byrjaði, meðan Ásbjørn var aðalskrivari.

Í 1992 tók Ásbjørn stig til at stovna Hina Føroysku Ísraelsmissiónina, sum øll árini síðani hevur verið virkin at bera gleðiboðskapin um Jesus til jødarnar í Ísrael. Eisini í hesum førinum høvdu vit gott samstarv, sótu í landsnevndini saman við øðrum og royndu eftir førimuni at gera ein mun soleiðis, at vit eisini frá føroyskari síðu vóru partur av tí útimissión, sum liggur okkum á hjarta. Føroyska Ísraelsmissiónin hevði sítt egna blað líka til 2018, tá ið kunningin fyri tað mesta bleiv løgd á netið. Felagsskapurin er enn virkin og hevur fólk í starvi í Ísrael.

Í Leirvík hevur Ásbjørn verið virkin í missiónshúsinum alt tað, vit minnast. Eisini tá ið nýggja missiónshúsið bleiv bygt seint í 1980’unum. Vit fingu eina veruliga samfelagskreppu um tað mundið, tá ið missiónshúsið bleiv bygt og tikið í nýtslu. Eisini her tók Ásbjørn stór tøk at gjøgnumføra byggingina, hóast fortreytirnar at gera arbeiðið liðugt broyttust munandi.

Seinnu árini hevur Ásbjørn verið virkin í Bíbliufelagnum, Podas o.ø. virksemi, og alla staðni sæst, at leiðsla og fyriskiping er hansara avgjørda styrki afturat tí góða boðskapi, hann altíð hevur staðið fyri – og sera tilvitað hevur hann lagt seg eftir einum evangeliskt-lutherskum sjónarmiði, har hann nær sum helst og við hvønn sum helst kann taka eitt hvørt evni upp og siðiliga megnar at bera haldgóðar, bíbilskar grundgevingar fram. Meginreglan er altíð at boða Jesus til frelsu

Umframt hesa stuttu samanumtøku er Ásbjørn sum tikin úr leikum at skipa fyri hugna og undirhaldi, har hann við litríkum hugflogi hevur funnið uppá alskyns mátar og hættir at fáa fólk at flenna og kenna seg væl. Hetta hevur mangan verið stuttligt á jólafestum í Missiónshúsinum í Leirvík, á legum og aðrastaðni, har tað lætta huglagið fekk frítt flog.

Ásbjørn er ikki tann, sum stendur fremst á pallinum og undirheldur tí stóru fjøldini einsamallur, men sum fyriskipari er hann framúr egnaður at fáa upp í lag og at finna tey røttu fólkini til tær ymisku uppgávurnar. Soleiðis kenna vit teg – og vit eru mong, sum gleðast um at hava arbeitt saman við tær í longri og styttri tíðarskeið.

Eitt slagorð hjá føðingardagsbarninum hevur verið úr Rómverjabrævinum 1,16: ”Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, bæði fyri Jøda fyrst og síðan fyri Grikka.”

Hjartaliga tillukku við teimum 70 árunum!

Kristian Martin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo