

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-141/2021 frá Jaspur Langgaard, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um Eystur- og Sandoyartunlar og ríkisfelagsskapurin.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um P/F Eystur- og Sandoyartunlar í sambandi við tunnilsbyggingar hava gjørt eina lánsavtalu við teirri treyt, at Føroyar eru partur av ríkisfelagsskapinum í avtalutíðarskeiðinum?
2. Um so er, at hetta er ein partur av lánstreytunum, kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjar orðingar eru brúktar í avtaluni?
Svar til fyrispurning nr 1 og 2
P/F Eystur- og Sandoyartunlar fingu fígging í desember 2016 til tunlarnar við at gera keypsavtalu um lánsbrøv til útlendskar og føroyskar keyparar. Avtalan gongur til 31. januar 2040. Avtalan hevur ikki sum treyt, at Føroyar skulu vera partur av ríkisfelagsskapinum í avtalutíðarskeiðnum.
Men í avtaluni eru ásettar treytir, sum galda ávikavist lántakara og lánveitarar. Koma broytingar av týðandi slagi fyri hjá partafelagnum ella eigaranum hjá partafelagnum, skal felagið kunna lánveitarar um broyttu støðuna og bjóða hvørjum teirra at fáa (rest)lánið afturgoldið. Tílíkar broytingar kunnu vera, at Føroyar fara úr Ríkisfelagsskapinum, at landið selur av ognarlutinum í felagnum, ella at heimildin hjá felagnum at reka tunlarnar verður broytt. Um lánveitarar av hesum orsøkum ynskja at fáa lánsbrøvini innfríað í úrtíð, verður neyðugt at endurfíggja tann partin av skuldini.
Í avtaluni eru orðingarnar um “Change of Control” í sambandi við tilknýtið til Danmark soljóðandi: “For purposes of this Section 8.8., “Change of Control” shall occur at such time (i) the Faroe Islands’ union with Denmark ceases, (ii)...“
Tinganes, 22. mars 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo