Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FBF: Hóast Áslakur Holm og VK Vestsjælland taptu 3-0 fyri Gentofte seinasta leygardag, varð Áslakur valdur á Dreaymaliðið (Dream Team) sum hevari í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri menn.

Eftir tapið fyri Gentofte liggur VK Vestsjælland á sætta í bestu donsku deildini - níggju stig eftir oddaliðið Marienlyst-Fortuna Volley. Sjálvt um Vestsjælland tapti dystin, spældi Áslakur Holm so væl sum hevari, at hann fyri umfarið varð valdur á vikuliðið, Dream Team.

Ein av liðfeløgunum hjá Áslaki, Daniel Matheney úr USA, kom somuleiðis á vikuliðið.

Áslakur og Vestsjælland leika aftur ímóti Gentofte fríggjadagin 3. februar - tá í steypakappingini, har liðið er komið í hálvfinaluna. Endaumfarið, “Final 4”, við hálvfinalum og finalu verður leikt í Aarhus. Vinnarin av dystinum leikar finalu sunnudagin ímóti vinnaranum av hinari hálvfinaluni, sum er ímillum Nordenskov UIF og Marienlyst-Fortuna Volley. Tapandi liðini í hálvfinaluni spæla um bronsuna sunnumorgunin.

Men longu í morgin, leygardagin, kl. 12:30, spæla Álakur og VK Vestsjælland í landskappingini ímóti  Nordenskov UIF, sum liggur á øðrum plássi. Tað er ofta rættiliga spennandi, tá Vestsjælland spælir, tí seks av teirra 13 dystum hava verið fimmsettarar.

Allir dystirnir í donsku flogbóltskappingini kunnu stroymast á https://volleyball.dk/volley-tv

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo