Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Aspirantskipanin er ein skipan, har tað ber til at læra til skipara, skipsførara ella maskinmeistara á ein øðrvísi hátt enn við vanligari skúlagongd. Talan er um eina øðrvísi skipaða skúlagongd, har aspirantarnir nema sær bæði skúla og siglingstíð um somu leið.

Seinastu árini er talið á umsøkjarum á skipsaspirantinum fallið, og tí hevur samgongan sett sær fyri at endurskoða skipanina fyri at økja um tilgongdina til útbúgvingina.

Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, sett ein arbeiðsbólk til at endurskoða aspirantskipanina.

Arbeiðsbólkurin hevur nú handað landsstýrismanninum eitt tilmæli, har mælt verður til ábøtur, sum gera skipanina meira attraktiva hjá ungum at velja.

Arbeiðsbólkurin mælir millum annað til at:

  • eitt lønarískoyti gerst partur av starvsvenjingarskeiðnum umborð

  • at reiðaríðið ger útbúgvingarsáttmála við aspirantin, ið staðfestir, at reiðaríið hevur høvuðsábyrgd av aspirantinum

  • útbúgvingarbókin verður útbygd og ábyrgdin av henni gjørd greiðari, til tess at tryggja aspirantum teirra lærdóm

  • upptøkugrundarlagið verður breiðkað, soleiðis onnur enn tey við gymnasialari miðnámsútbúgving kunnu velja aspirantvegin

Tilmælið kann lesast her.

Í arbeiðsbólkinum sótu (sí mynd) Janus á Ryggi, Jón Helmsdal, Anfinnur Garðalíð, Jórun Gardar, Rúni A. Mortensen og Arnfinn Bech, sum tó væntar á myndini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo