Kæri himmalski faðir. Gev mær at gleðast, tá tað gongst øðrum væl. Tú hevur krýnt meg við signing tíni! Vælsignað verði títt navn, at vit hava sæð framstig og batar, har eingin vón var at hóma. Takk fyri frelsu tína, at tú fullkomiliga ert mentur at frelsa. Amen.
“Men hann segði við hann: “Sonur mín, tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt; men nú áttu vit at hildið okkum at gamni og verið glaðir, tí at hesin bróðir tín var deyður og er livnaður aftur, var farin og er fingin aftur.”” (Lukas 15,31-32).
Soleiðis talar pápin við tann eldra sonin í líknilsinum um hin burturfarna sonin. Hin yngri bróðurin bað um arvin og fór avstað. Langt burturi í fjarlagnum landi oyddi hann alla ogn sína í einum óryggiligum levnaði. Umsíðir kom hann heimaftur, bað um fyrigeving og varð stórliga fagnaður.
Eins lættur um hjartað pápin er, tá hin yngri sonurin kom heimaftur, eins hugtungur verður hann, tá ið hann talar við hin eldra sonin.
Tað er bæði lætt at skilja og samstundis ikki til at skilja, at hin eldri bróðurin metti, at ov mikið varð gjørt burturúr heimkomuni hjá yngra bróðurinum. Sammett við ta burturspiltu ognina, so var henda lívsroyndin ov dýrt goldin.
Nakað er um tað, ið hin eldri beiggin sigur. Og tó, so er kærleiki faðirsins størri. Pápin hugsar um yngra sonin, og í mun til sonin vigar tímilig ogn als einki á vágskálini. Sonurin er hansara egna likam og blóð. So gott tað tímiliga er, so er tað als einki afturímóti barnanna vælveru og trivnaði.
Hyggja vit í tann andaliga spegilin, hevur hetta líknilsið almikið at læra okkum, um vit hugsa um lýsingina av tí eldra beiggjanum.
Skriftlærdir og farisearar hoyra Jesus siga líknilsið, og júst hesir báðir bólkarnir av jødum eru kendir fyri at knarra, tí Jesus fagnaði og át saman við syndarum. Soleiðis sæð er ikki langt til hugsanina, at hin eldri sonurin líkist teimum.
Hin eldri beiggin átti alt, hevði allar møguleikar. Og tó tykist tað sum um, at hann einki átti. Hann var fátækur í sínum ríkidømi.
Hin yngri beiggin var ríkur og gjørdist fátækur. Hann angraði synd sína og vendi heimaftur til faðirin. Hin yngri sonurin vendi um og upplivdi tað ríkidømið, ið er meira enn alt annað. Hann fann frelsuna í faðirsins ørmum. Faðirin, sonurin, og mong onnur gleddust.
Eisini í dag venda menniskju heimaftur til faðirhúsið. Vit sum eru heima gera okkara metingar. Gævi at vit gleðast saman við einglum Guðs. Tí einglarnir gleðast um ein syndara, sum vendir um. Amen.
Gleðiliga hvítusunnu!
Jógvan Fríðriksson
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



