At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tunnilin var langur og myrkur. Myrkrið gjørdist enn myrkari, tess longri frástøðan var frá smoguni inn í fjallið. Myrkrið var meira enn myrkur. Myrkrið var frávera av ljósi.

Tunnilin var ikki ein vanligur tunnil gjøgnum fjøll. Talan var um ein innilokaðan tunnil í tí menniskjansliga. Myrkrið var inni í høvdinum, í sinnum og í sálini.

Í myrkrinum var eingin glotti. Uppgáva hins kristna er at vera hjástaddur í løtuni. Ikki eygleiðari í frástøðu, men fylgisveinur á ferðini inn í myrkrið og hjávera í myrkrinum. Ikki ein lærandi persónur, ið hyggur uttanífrá og inn. Ikki ein næsti, ið veit betur ella ótolin kastar frá sær.

Nøkur okkara kenna tunnilin og tað valdandi myrkur, ið legst yvir tilveruna. Onnur hava verið hjástødd í myrkrinum, tá ið óttin flytur seg frá tí kenda og ræðandi til angist fyri tí ókenda.

Líðingin er svár, tá ið angistin tekur ræðið. Uttan at megna kynstur teirra lærdu innan sálarfrøði og teirra fak, tykist mær, at tey sálarsjúku bera eina tunga og nívandi byrðu. Í løtum ynskja avvarðandi, at vit kundu lætt um og borið ein part av byrðuni hjá tí sálarsjúka.

Tað er mítt kall sum kristin at geva støðuni hjá mínum kæru og støðuni hjá mínum næsta gætur. Møguliga finnur onkur linna í tí skrivaða, hóast skrivingin er fakliga óhjálpin. Vónandi fær eingin skaða av orðunum.

Havi sum prestur verið við á ferðini hjá mínum medmenniskjum í svartari niðu og miklari sálarkvøl. Royndi í hjálparloysi at vera hjástaddur.

Havi sum avvarðandi verið fangi í tunlinum saman við mínum kæru. Ljósið innaní okkum var um at sløkna og gerast myrkari enn myrkri á hávetri í óbygdum lendi.

Meðan gingið varð varisliga og mælið varð í klingur uttan mið og mál, sóust nøkur ljós eins og smáir vitar á leiðini. Vóru tað ljós, ella var talan um endurskin?

Endurskin á lívsleiðini hava lívgað sálina og givið mær megi at vera hjástaddur, har máttleysur kærleiki var einasta drívmegin. Hvørki aftureftir ella frameftir. Í klingur varð mælið bæði við og ímóti streyminum. Ella talan var um ein reka á øtlandi bylgju, sum varð tveittur higar og hagar.

Endurskin eru tey menniskju, sum hava dirvi at stíga inn í tunnilin og vera saman við tí líðandi og óttafulla. Endurskin eru hesi menniskjuni, bæði tey fakligu og tey, hvørs fremsta dygd er eitt heitt hjarta.

Eri hugtikin av avrikum og verki teirra, ið starva innan sálarfrøði úti í samfelagnum ella á opnari ella afturlatnari deild á LS. Mær tykir, at hetta arbeiðið líkist arbeiðinum í tunnlunum, ið verða boraðir gjøgnum fjøll omanvert ella undir sjónum. Onkuntíð møtir okkurt ókent, ið ikki var væntað.

Endurskin er ov veikt orð, tá ið um tænastuna er at røða. Talan er um vitar, ið vísa leiðina til lívið ella tær best møguligu umstøðurnar hjá teimum sjúku.

Virðingin fyri hesum fakfólkum er stór. Tøkkin er enn størri. Takk, at tit í mong ár hava givið mær og fleiri ta gleði, at vit framhaldandi eiga tey, ið krevja stuðul á lívsins myrku leiðum. Óendaliga takksamur.

Verður farið innaftur í prædikuna, er tað mín sannføring, at vitan og vísdómur eru ein Guðs gáva. Okkara serkønu, lærdu og fakliga dugnaligu fólk eru ein signingar løkur yvir land og fólk. Andaliga síggi eg onga orsøk til at dvølja við mína avmarkaðu fakligu vitan á hesum øki, ið skjótt kann roynast sum fávitska.

Vit, sum prædika boðskapin um frelsu Guðs í Jesusi. Eru vit endurskin av ljósi Jesu Krists? Endurspegla vit ljósið frá Jesusi, ið er ljós heimsins og lívsins ljós?

Talufrælsið við ábyrgd er ein mannarættur. Í 2020 og 2021 hava vit nýtt nógva orku til at umrøða ta kvøl, ið Covid-19 gevur samfelagnum. Vit eru rikin inn í ein myrkan tunnil. Vit reka onnur longur inn í myrkrið.

Ja, vit himprast ikki við at banna og lesa illbønir yvir tey, ið hugsa øðrvísi. Tað er óheppið, skaðiligt og føðir sundurlyndi. Illbønir eru valla vísdómur frá Guði.

Havi mínar feilir. Havi gjørt míni mistøk. Havi tó frímóð at siga, at torført er at finna nakað orð av Jesu munni, ið sigur, at vit skulu fylla tað almenna rúmið við eitrandi orðum og haturs talu.

Orsøkirnar kunnu vera mangar. Nógvar løtur minna um eina fløkju ella ein myrkan tunnil. Í myrkrinum gagnar tað ikki at gerast sintur. Frægast er at taka tað róligt. Vit mega ikki lata t.d. Covid-19 órógva sinnið og trýsta okkum út av eggini.

Latum okkum saman og í virðing hvør fyri øðrum ganga móti munnanum á tunlinum og síggja ljós heimsins, Jesus Krist. So lýsnar! Amen.

Orðið: “Men tann, ið lýðir á meg, man búgva í trygdum, man liva í friði uttan at óttast fyri illum.” (Orðtøk Sálomons 1,33).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo