Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Reyði Krossur Føroya, Vága kommuna og Sørvágs kommuna, eru farin inn í eitt konstruktivt samstarv, við at fáa sambinding í Vágum.

Sambinding er eitt ókeypis integrasjónsátak, har tilflytarar og ”innføddir” føroyingar hugna sær saman við kaffi, te og køkum og harvið koma at kennast og læra hvør av øðrum.

Her er høvi at hitta nýggj fólk og hoyra spennandi søgur. Her fáa tey, sum eru flutt til, møguleika at greiða frá sær og sínari mentan og siðum, meðan tey, sum eru fødd og uppvaksin her, sleppa at greiða frá tí føroyska samfelagnum og mentan og siðum her í landinum.

Endamálið er at gera okkum øll meira tilvita um hvønn annan og at hjálpa til við at gera dagligdagin hjá teimum, sum eru flutt til oynna, lættari og meira innihaldsríkan.

Eisini er hetta ein góður møguleiki til at knýta vinarbond.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo