Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Leygardagin 29. oktober verða steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum á Tórsvølli - Mynd: Hans Erik Danielsen

Leygardagin 29. oktober verða steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum á Tórsvølli - Mynd: Hans Erik Danielsen

Leygardagin 29. oktober verða steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum á Tórsvølli - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Tað vera KÍ og HB, og KÍ og Víkingur, ið skulu spæla ársins steypafinalur hjá ávikavist kvinnum og monnum. Báðar finalurnar verða á Tórsvølli leygardagin 29. oktober. Klokkan 15:00 spæla kvinnurnar, og klokkan 19:00 fara menninir á vøllin.

Í samband við finalurnar er avgjørt, at til dystin hjá kvinnum sita HB viðhaldsfólk í bólkunum 101 til 104, og tá finalan um Løgmanssteypið verður, sita Víkinga fjepparar í hesum bólkunum. KÍ viðhaldsfólk eiga síðan bólkarnar 105 til 108.

Atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og byrjar fríggjadagin 7. oktober klokkan 10:00. Kostnaður fyri eitt atgongumerki er 100 krónur, og er hetta galdandi fyri bæði vaksin og børn.

Tey, ið ynskja atgongumerki til rørslutarnað, kunnu venda sær til skrivstovuna hjá FSF, tel. 35 19 79, ella umvegis teldupost fsf@football.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo