Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nakað av umrøðu hevur verið av nøvnum hjá flogfeløgum í seinastuni, eftir at eitt nýtt norskt flogfelag er á veg, og tað er komið fram, at flogfelagið skal eita Norse Atlantic Airways.

Róð hevur verið framundir, at felagið við navninum ger seg inn á rættindini hjá føroyska Atlantsflog, sum alment eitur Atlantic Airways.

Men hetta eru ikki atfinningar ið eru komnar frá leiðsluni í føroyska flogfelagnum, sum tvørtur ímóti hevur verið frammi og sagt, at nýggja flogfelagið kann vera ein fyrimunur fyri føroyingar, tí tað kann hugsast, at nýggja flogfelagið eisini fær fólk at varnast føroyska flogfelagið.

Men Atlantsflog var ikki fyrsta flogfelagið ið brúkti navnið Atlantic Airways. Tí 4 ár áðrenn føroyska flogfelagið fór á veingirnar byrjaði navnframi bretin Richard Branson sítt flogfelag, Virgin Atlantic Airways. Hetta felag anir enn, hóast tað sum so nógv onnur flogfeløg er hart rakt av koronakreppuni.

Vit hava spurt Jóhannu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways, um Virgin Atlantic Airways mundi gera vart við seg í 1987, tá Atlantic Airways bleiv stovnað.

Men tað veit hon onki um.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo