Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Atlantic Airways og MFS skipaðu í kvøld fyri einum tónleikatiltaki, sum varð hildið samstundis í Keypmannahavn og Tórshavn. Tiltakið var eisini karmur um eina stóra avdúking, har Atlantic Airways kunngjørdi, at felagið hevur gjørt eina nýggja skipan, sum knýtir lesandi og ungdóm nærri Føroyum, og sum eisini fer at gera tað meiri áhugavert hjá ungum føroyingum at búgva og nema sær útbúgving í Føroyum.

Vit hava ta avbjóðing í Føroyum, at ein stórur partur av okkara ungdómi fer av landinum at nema sær útbúgving og ein stórur partur av teimum velja ikki at venda heimaftur eftir loknan lestur.

"Jú nærri lesandi eru knýtt at Føroyum í lestrartíðini, jú meiri sannlíkt er tað, at tey venda heim aftur eftir loknan lestur. Somuleiðis er tað umráðandi at gera umstøðurnar her heima so góðar fyri ungdóm, sum velur at búleikast og nema sær útbúgving í Føroyum.  Tí eru vit sera fegin um at kunna avdúka hesa serskipan fyri ungdóm og lesandi, sum ger tað fíggjarliga lagaligari hjá teimum at ferðast til og úr Føroyum - at sveiggja fram og aftur. Tað hevur eisini verið eitt politiskt ynski at knýta ungdómin nærri Føroyum, og vænta vit, at hendan skipan er eitt týðandi stig á vegnum" sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Navnið á nýggju ferðaseðlunum er SVEIGGJ, og prísurin er úr 1.245 kr. t/r íroknað skattir og avgjøld. Hetta slagið av ferðaseðlum kann keypast til stutt undan fráferð, men útboðið av hesum slagnum av ferðaseðlum kann verða avmarkað á útvaldum fráferðum. Neyðugt er at kunna skjalprógva, at tú ert yngri enn 26 ár ella fulltíðarlesandi. Sama avsláttarskipan fyri børn verður eisini galdandi sum á vanligum ferðaseðlum, har børn yngri enn 12 ár fáa 50% avsláttur av ferðaseðlakostnaðinum og pinkubørn fáa 90%.  SVEIGGJ ferðaseðlar verða til taks á Danmarkar og NORÐ-leiðunum hjá Atlantic Airways.

Ung undir 26 ár kunnu longu nú bíleggja ein SVEIGGJ ferðaseðil við at seta seg í samband við okkara kundatænastu ella eina ferðaskrivstovu. Í komandi viku verður eisini gjørligt at bíleggja SVEIGGJ ferðaseðlar beinleðis á heimasíðuni hjá Atlantic Airways. Á heimasíðuni kunnu ung og lesandi gera sær ein vanga, har lesandi eldri enn 25 ár verða biðin um skjalprógv frá teirra lærustovni, at tey eru fulltíðarlesandi á einum lærustovni, ið er góðkendur av Studna ella SU.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo