Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning eftir §52a í tingskipanini um Suðuroyar sjúkrahús og ferðaætlan hjá Atlantic Airwais frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni.

Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin – saman við restini av landsstýrinum - at loysa málið við, at læknar og sjúklingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru darvaðir av nýggju ferðaætlanini hjá Atlantic Airways?

Til spurning 1
Eftir at sjúkrahúsleiðslan í miðlunum hevur víst á truplu umstøðurnar, sum nýggja ferðaætlanin hjá Atlantic Airways vildi fáa fyri læknar og sjúklingar, sum skulu ferðast ímillum Suðuroynna og Danmark, hevur Atlantic Airways gjørt broytingar í ferðaætlanini.

Eisini hevur Atlantic Airways boðið Suðuroyar sjúkrahúsi at heita á tyrlutænastuna sunnumorgnar, soleiðis at tyrlan kann koma suður eftir teimum sjúklingum og læknum, sum skulu úr Føroyum við flogrutuni sunnudag.

Broytingarnar í ferðaætlanini eru galdandi í februar og fram til 20. mars. Hetta merkir, at tað verða trý leygarkvøld, har ferðafólk, sum koma við flogfarinum, ikki sleppa suður við Smyrli sama kvøld.

Sjúkrahúsið hevur skipað tað soleiðis, at læknarnir í hesum førum koma til landið fríggjadag – og eisini sjúklingarnir í tann mun, tað er tørvur á tí – og tað samstundis letur seg gera.

Landsstýrismaðurin metir, at tað ikki er nøktandi, at Atlantic Airways ikki tekur atlit til Suðuroyar sjúkrahús og suðuroyingar í síni heild, tá ið broytingar verða gjørdar í teirra ferðaætlan.

Landsstýrismaðurin ger ikki meira við málið í hesum føri, tí mett verður, at loysnir eru funnar, eftir at sjúkrahúsleiðslan gjørdi vart við trupulleikarnar við ferðaætlanini, sum Sjúkrahúsverkið í einum avmarkaðum tíðarskeiði kann liva við.

Heilsumálaráðið, 22. februar 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo