Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Atlantic Airways hevur í dag yvirtikið ta seinnu av teimum báðum AW 139 tyrlunum, sum felagið hevur keypt.

Tyrlan kemur væntandi til Føroya síðst í vikuni og verður beinanvegin sett í rakstur. Nýggju tyrlurnar eru eitt stórt framstig fyri tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina millum oyggjarnar.

Atlantic Airways hevur í dag yvirtikið eina nýggja tyrlu av slagnum AW 139. Talan er um ta seinnu av teimum báðum AW 139 tyrlunum,

sum felagið keypti í fjør, eftir at avgjørt varð at skifta tyrluflotan út. Útskiftingin av tyrlunum er gjørd í samráð við landsstýrið eftir at partarnir í fjør samdust um nýggjan leist fyri tyrlutilbúgving og rutuflúgving millum oyggjarnar.

Nýggju tyrlurnar koma í staðin fyri tær báðar 20 ára gomlu Bell 412, sum hava røkt tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina millum oyggjarnar.

Talan er um eitt stórt framstig, tí gomlu tyrlurnar eru vorðnar minni og minni virkisførar, so hvørt nýggjar og strangari reglur støðugt eru settar í gildi innan tyrluflúgvingina. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo