At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Atlantic Petroleum vaks við 33% í virði í keypsskálanum í gjár, eftir at felagið boðaði frá, at tað nú fær inntøkur úr Orlando feltinum, sum Atlantic Petroleum eigur rætt til inntøkur úr.

Atlantic Petroleum eigur rætt til 2% av inntøkunum frá teimum fyrstu 5 milliónum føtunum, og eftir tað eigur Atlantic Petroleum rætt til 4,35% av inntøkunum. Framleiðslan í Orlando byrjaði í mars 2019.

Atlantic Petroleum, sum hevur verið í álvarsligum fíggjarligum trupulleikum, og hevur verið noytt til at selja dastið av ognum sínum, fekk forskot frá inntøkunum tá avtalan um at selja Orlando varð gjørd við fyristøðufelagið.

Mark Højgaard, stjóri, sigur í børsfráboðanini, at inntøkurnar frá Orlando, sum nú eru byrjaðar at koma, eru at rokna sum ein varð fyri Atlantic Petroleum.

- Peningastreymurin ger tað møguligt at umleggja skuld og leggja afturat ognum felagsins, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo